Uttanlands

Bretland og Týskland útnevnt Hetland til evropeiska rúmdarstøð

Tað verður SaxaVord Spaceport á Unst í Hetlandi, sum verður framtíðar rakettútskjótingarstøðin í Evropa. Tað hava Bretland og Týskland gjørt av..

Føroyar fara at gerast næsti granni hjá framtíðar rakettútskjótingarstøðini í Evropa og møguligur partur av framtíðar virksemi. Í fjør var landsstýrismaðurin Bjarni Kárason Petersen á vitjan á SaxaVord Spaceport á Unst saman við føroyskum vinnulívsfólki, eitt nú Johan Mortensen, sum hevur víst verkætlanini stóran ans. Ferðast var við tyrluni hjá Atlantic. Mynd Jan Müller

Føroyar fara at gerast næsti granni hjá framtíðar rakettútskjótingarstøðini í Evropa og møguligur partur av framtíðar virksemi. Í fjør var landsstýrismaðurin Bjarni Kárason Petersen á vitjan á SaxaVord Spaceport á Unst saman við føroyskum vinnulívsfólki, eitt nú Johan Mortensen, sum hevur víst verkætlanini stóran ans. Ferðast var við tyrluni hjá Atlantic. Mynd Jan Müller

2026-10-11 17:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Í einari felags fráboðan, sum varð givin út eftir ein fund millum bretska forsætisráðharran Andy Burnham og týska samveldiskanslaran Friedrich Merz, hava londini gjørt av at styrkja sítt strategiska samstarv innan rúmdarøkið. Samstarvið fevnir um bæði vinnulig, trygdarpolitisk og verjupolitisk áhugamál. Hetta skrivar Shetland News. 

Ein samstarvsyvirlýsing millum londini er ætlað at verða undirskrivað tíðliga í 2027.  Sum úrslit av hesum er SaxaVord Spaceport á Unst valt til at „stuðla undir eina meira haldføra og smidliga evropeiska atgongd til rúmdina“.

SaxaVord er einasta loyvda rúmdarhavnin í Bretlandi, haðani ber til at skjóta rakettir loddrætt upp. Hon hevur myndugleikagóðkenning til upp í 30 útskjótingar um árið og verður ment til at hýsa fleiri ymiskum veitarum.  Bretland og Týskland ætla at binda seg til eitt tættari samstarv um førleikar til at skjóta út rakettir. 

Næsta ár verða fleiri útskjótingar frá oynni Unst og verða Føroyar tá helst aktuellar við tracking støð, sum fer at fylgja bananum hja rakettunum framvið Føroyum.

Tvær týskar rúmdarfyritøkur kappast um at verða tær fyrstu at skjóta eina rakett upp frá SaxaVord, og ein er longu útsett í ár.

Bæði HyImpulse Technologies og Rocket Factory Augsburg (RFA) vóna at verða fyrsta fyritøkan, sum fremur eina loddrætta útskjóting frá staðnum.

HyImpulse upplýsti í síðstu viku, at fyritøkan ætlar at fremja fyrstu evropeisku suborbitallu útskjótingina frá SaxaVord á vári í 2027.

RFA hevði hinvegin ætlað at fremja sína fyrstu útskjóting í august, men hon varð avlýst, eftir at fyritøkan noyddist at taka rakettina sundur aftur fyri at kanna eitt brek.

Bretska stjórnin játtaði í síðsta mánaði 30 milliónir pund í stuðli til SaxaVord Spaceport sum part av einari størri almennari og privatari íløguætlan upp á 60 milliónir pund.

Rúmdarhavnin upplýsti, at stuðulin skuldi fíggja liðugtgerðina av týðandi undirstøðukervinum, nú arbeiðið nærkast regluligum, vinnuligum útskjótingum.

Stuðulin er ætlaður øllum trimum útskjótingarpallunum, undirstøðukervinum til leiðslu og stýring av rúmdarferðum og  høll til at seta lutirnar saman, sum altjóða útskjótingarfyritøkur hava tørv á, um tær vilja flyta virksemi sítt til Bretlands skrivar Shetland News. 

[object Object]

Rúmdarvinnurnar í Bretlandi og Týsklandi samdust í mars 2025 um at samstarva um at menna møguleikarnar fyri loddrættum útskjótingum frá Unst.

Hetta kemur í kjalarvørrinum á Trinity House-avtaluni, sum stjórnirnar báðar kunngjørdu í oktober 2024, og sum eisini høvdu til endamáls at styrkja verjupolitiska samstarvið millum Bretland og Týskland.

Um somu tíð sum hetta hendir verða gjørd stór framstig á hini útskjótingarstøðini í Evropa, nevniliga á Andoya útoynni í Norðurnorra. 

Partur av hesi søgu eru eisini royndirnar hjá føroyingum at fáa lut í framtíðar rúmdarvirkseminum í Hetlandi. Føroyar liggja nevniliga í økinum norðan fyri útskjótingarstaðið, har móttøka av upplýsingum frá rakettunum fer at hava stóran týdning.  Spurningurin um útskjótingarstøð í Føroyum hevur eisini verið umrøddur. Kunningartiltøk hava verið bæði á Føroya Tele og í Varpinum. 

[object Object]

Í fjør var stór føroysk sendinevnd við vinnulívsfólki og politikarum á vitjan í Hetlandi, har ma. varð vitjað á útskjótingarstøðini í Unst. Landsstýrismaðurin Bjarni Kárason Petersen stóð á odda fyri ferðini, sum eisini kom í lag við samstarvinum millum  Johan Mortensen frá fyritøkuni Baldur og stjóran á rúmdarstøðini í Hetlandi.  Hann hevur fleiri ferðir hevur  vitjað støðina í UNST og har ment samstarv við táverandi undangongumannin  aftanfyri rúmdarstøðina Frank Strange. Hann var tó raktur av herviligari sjúku og er nú farin. Men arbeitt verður tó víðari við stóru verkætlanini.

Johan Mortensen sigur í eini stuttari viðmerking til jaligu gongdina í málinum: -2027 verður vónandi árið,  tá Føroyar av álvara koma inn í rúmdarvinnuna - tá fara yvir 30 útskjótingar um árið úr Hetlandi at ávirka okkum. Hann leggur aftrat, at hann fyrireikar vinnuferð til Saxavord um ikki alt ov langa tíð. 

[object Object]

Bjarni Kárason Petersen, táverandi landsstýrismaður her saman við oddamanninum fyri rúmdarstøðini í Hetlandi, Frank Strange, sála. Mynd Jan Müller

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder