SSP-ráðgevingin fekk fleiri fráboðanir og áheitanir í fjør samanborið við árið fyri.
Í 2024 vóru 35 fráboðanir, og í 2025 vóru 138. Hetta er ein vøkstur á 294 prosent.
SSP-lærarin er tann, sum oftast fráboðar, og fylgir væl við, hvat gongur fyri seg. Men eisini foreldur, næmingar og onnur seta seg í samband við SSP-ráðgevingina. Evnini, ið ofta ganga aftur, er ymiskt innan miðlanýtslu og talgildan ágang, happing, lokking, harðskap og hóttanir.
At talið á fráboðanum er økt merkir ikki neyðturviliga, at trupulleikarnir eru vorðnir so nógv størri, men heldur, at fleiri kenna til SSP, brúka skipanina og venda sær til SSP-ráðgevingina, tá tørvur er á ráðgeving, sparring ella hjálp, skrivar Skúlablaðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald