1. september búðu 55.640 fólk í Føroyum. Tað eru 894 fólk - ella 1,6 prosent - fleiri enn 1. september árið fyri. Seinast, fólkatalið vaks so nógv, var fyri seks árum síðani, skrivar Hagstovan.
Meginparturin av vøkstrinum kemur frá nettoflytingini, sum er nærum seksfaldað í mun til undanfarna tíðarskeið.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting - munurin millum tilflyting og fráflyting - og burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einari nettoflyting - munurin millum tilflyting og fráflyting - á 699 fólk, og einum burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð - á 195 fólk.
Burðaravlopið broyttist ikki stórvegis, men so var ikki við nettoflytingini. Hon var nærum seks ferðir størri enn í undanfarna tíðarskeiði. Broytingin í nettoflytingini stavar bæði frá, at færri fluttu úr Føroyum, og at fleiri fluttu til Føroya, skrivar Hagstovan.
Vaks mest í høvuðsstaðnum
Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr.
Av bygdunum í Tórshavnar kommunu vaks fólkatalið lutfalsliga nógv á Argjum við 191 fólkum – ella 7,5 prosentum. Hinvegin minkaði fólkatalið lutfalsliga nógv á Hvítanesi við 16 fólkum - næstan 15 prosent.
Næststørsti fólkavøkstur var í Runavíkar kommunu, har fólkatalið vaks við 160 fólkum, svarandi til 3,6 prosent.
Aðrar kommunur við fólkavøkstri seinasta árið vóru Klaksvíkar, Sjóvar og Sunda kommuna.
Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyra kommunu við 29 fólkum – ella 1,7 prosentum.
Av bygdunum í Tvøroyra kommunu sæst ein lutfalsliga stór minking í Ørðavíkslíð við 10 fólkum, ella 18,2 prosentum. og í Trongisvági við 14 fólkum, sum er 2,7 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald