– Tað kann vera viðkomandi at umrøða, hvussu nýtslan av ávísum vørum kann tálmast. Serliga fyri vørur, ið eru fevndar av kravi um, at keypari er fyltur 18 ár, og sum verða mettar at vera heilsuskaðiligar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.
Men landsstýrið hevur tó ikki ítøkiligar ætlanir um at savna søluna av slíkum vørum í Rúsuni, sigur hann.
Tað var Fía Selma Nielsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, sum spurdi, um tubakksvørur, sum hava 18 ára aldursmark, ikki eiga at verða savnaðar í Rúsuni fyri at tálma nýtsluni av hesum.
Hon spurdi eisini, um landsstýrið ætlar at seta í verk vinnupolitisk tiltøk fyri at varða um fólkaheilsuna.
Tað eru tó ikki ítøkiligar ætlanir um at seta í verk vinnupolitisk átøk, ið hava sum høvuðsendamál at varða um fólkaheilsuna, sigur landsstýrismaðurin.
– Endamálið við vinnupolitikkinum hjá landsstýrinum er fyrst og fremst at skapa so góðar karmar sum møguligt fyri føroyskt vinnulív (...) Hetta kann tó – í teimum førum, tað er viðkomandi – vera eitt viðkomandi atlit í vinnupolitiskum høpi, tí góð fólkaheilsa er eisini ein fyrimunur fyri vinnuna, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald