Í september byrjaðu byrjaðu mótmælisgongur í Fraklandi, har lesandi á miðnámsskúlum og fóru út á gøturnar og gjørdi vart við sína ónøgd.
Sambært stóra franska blaðnum Le Figaro eru tey ungu ónøgd við umstøðurnar og sjálva skipanina. Hildið verður eisini, at ov lítið av peningini verður nýtt á undirvísingarstøðunum.
Ógvuslig mótmæli vóru hósdagin, har millum annað umleið 25.000 fólk vóru í París - tað endaði við beint yvir 500 handtøkum og 48 skaddum løgreglgufólki, sambært franska innlendismálaráðnum.
Løgreglan nýtti táragass, og aftur í dag gjørdist talan um samanstoytir. Aftur var tað serliga ógvusligt í høvuðsstaðnum hendan týsdagin. Har kom eldur í ein bil, og fleiri handtøkur vóru.
Hesaferð vóru samanlagt væl fleiri mótmælisfólk kring landið. Franski miðlar meta, at talan var um 161.500 persónar.
Umframt ógvusligu hendingarnar í høvuðsstaðnum, vóru eisini samanbrestir í stóru býunum Lyon og Nantes.
Í Fraklandi hava myndugleikarnir partvíst ásanna trupulleikarnir, og fyrstu átøkini verða nú gjørd. Tað er tó ikki eydnast at dempa mótmælini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald