2026-10-14 08:07
Ein dani skal í dag grundlógaravhoyrast fyri at hava roynt at smugla hassj til Føroya.
Viðkomandi, sum var komin við flogfari úr Danmark, varð tikin á Vága floghavn seinnapartin í gjár stutt fyri klokkan 15.
Við sær í viðførinum hevði hann eina størri nøgd av hassji, sum verður mett at vera ætlað til víðari sølu.
Hvussu nógv talan er um, verður ikki upplýst, men vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan er um kilo og ikki gram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald