Innanlands

Tríggir koyrdu ov skjótt

Úrslitið bleiv tvey klipp og ein treytað frádøming, tá løgreglan kannaði ferðsluna á Skálafjørðinum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-14 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga seinnapartin í gjár var løgreglan á Skálafjørðinum og gjørdi ferðmátingar, og har vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Ein bilførari fekk eina treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra 133 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman.

Hinir báðir bilførararnir fingu klipp í koyrikortið.

Ein koyrdi 91 kilometrar um tíman, hóast hann bert hevði loyvi at koyra 70 kilometrar um tíman, og ein koyrdi 105 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder