Samlaðu ferðaútreiðslurnar hjá sitandi landsstýri, sum tók við í vár, hava higartil verið umleið 3,4 milliónir krónur, og landsstýrisfólkini hava verið uttanlands í arbeiðsørindum í tilsamans 95 dagar.
Tað sigur Beinir Johannesen løgmaður í svari til fyrispurning hjá Steffani Klein Poulsen úr Miðflokkinum, sum undraðist á, at landsstýrisfólkini eru so nógv burturstødd í ørindum uttanlands.
Steffan Klein Poulsen sigur, at tað er til at skilja, at løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ferðast regluliga fyri at røkja okkara áhugamál í ríkisfelagsskapinum og útlondum annars. Kortini undrast hann á, at landsstýrisfólk, sum í høvuðsheitum varða av innlendismálum brúka so nógva tíð í útlondum.
Løgmaður sigur, at málsøki, sum í høvuðsheitum eru innlendismál í dag eisini eru partur av norðurlendskum og øðrum altjóða samstarvi, og tí kann í ávísum førum vera neyðugt ella gagnligt, at landsstýrisfólk luttaka á fundum og tiltøkum uttanlands.
Men hetta skal sjálvandi altíð vigast upp ímóti øðrum uppgávum, herundir arbeiðinum í Føroyum og skyldunum mótvegis løgtinginum, leggur hann afturat.
Árið í ár er serligt
Løgmaður vísir eisini á, at 2026 á summum økjum er eitt serligt ár í mun til ferðing.
Danmark og Føroyar hava í felag formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum hevur havt við sær fleiri uppgávur og størri virksemi í norðurlendska samstarvinum.
Harumframt hava Føroyar saman við Grønlandi og Danmark formansskapin í Arktiska Ráðnum frá mai 2025 til mai 2027, sum hevur við sær fleiri uppgávur og økt ferðavirksemi.
Eisini var val í bæði Føroyum og Danmark í mars, og hevði hetta við sær, at sumar ferðir vórðu útsettar til eftir summarfrítíðina. Tí hava fleiri ferðir verið í august og september enn vanligt, sigur hann.
Bárður á Steig Nielsen mest burturstaddur
Steffan Klein Poulsen vildi hava at vita, hvussu stórar ferðaútreiðslurnar vóru hjá hvørjum einstøkum aðalráði, og hvussu nógvar dagar hvørt landsstýrisfólk hevði verið uttanlands í arbeiðsørindum.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum hevur verið mest uttanlands. Hann hevur verið uttanlands í 30 dagar, og eru ferðutreiðslurnar hjá uttanríkis- og fiskimálaráðnum yvir tvær milliónir krónur (umleið 1,5 milliónir eru brúktar til uttanríkismál, og ein góð hálv millión er brúkt til fiskivinnumál).
Fíggjarmálaráðið hevur brúkt minst uppá ferðing. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen hevur verið burtur í fimm dagar, og ferðaútreiðslurnar hjá Fíggjarmálaráðnum eru góðar 118.000 krónur.
Yvirlit
- Løgmansskrivstovan: 423.521 krónur (burtur í 13 dagar)
- Uttanríkis- og fiskimálaráðið: 2.041.818 kr (burtur í 30 dagar)
- Fíggjarmálaráðið: 118.639 kr (burtur í 5 dagar)
- Vinnumálaráðið: 206.641 kr (burtur í 12 dagar)
- Almanna- og bústaðamálaráðið: 147.504 kr (burtur í 6 dagar)
- Heilsu- og orkumálaráðið: 283.784 kr (burtur í 16 dagar)
- Mentamálaráðið: 195.141 kr (burtur í 13 dagar)
Beinir Johannesen ger vart við, at tølini fevna um allar ferðaútreiðslur hjá landsstýrisfólki umframt ferðaútreiðslur hjá embætisfólki, sum ferðast við ella uttan landsstýrisfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald