Uttanlands

40 ára fongsul fyri drápið á Tupac Shakur

Fyrrverandi bandaleiðarin Duane "Keffe D" Davis er dømdur fyri at hava lagt til rættis drápið á kenda rapapran í 1996.

Duane Davis í rættinum í Las Vegas (Mynd: John Locher/Reuters/Ritzau Scanpix)

Duane Davis í rættinum í Las Vegas (Mynd: John Locher/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-10-14 12:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Duane "Keffe D" Davis, fyrrverandi bandaleiðari varð í gjár dømdur 40 ár til lívlangt fongsul fyri drápið á rapparan Tupac Shakur, sum varð kendur undir navninum 2Pac.

2Pac, sum verður mettur at vera ein av týdningarmiklastu rapparunum nakrantíð, varð skotin 7. september 1996 í býnum Paradise nærindis Las Vegas. Hann varð raktur í bringuna, Armin og lærið og andaðist av løstum sínum seks dagar seinni, 25 ára gamal.

Duane Davis varð ákærdur fyri at hava lagt til rættis drápið á 2Pac sum hevnd fyri eitt álop á ein familjulim hjá Davis sama kvøldið.

63 ára gamli Davis var leingi undir illgruna, men tað vóru ikki nøktandi prógv til at reisa ákæru móti honum, áðrenn hann sjálvur greiddi frá søguni síni í milunum og í endurminningum sínum, skrivar Ritzau.

Hann varð handtikin í 2023, 31. august í ár varð hann funnin sekur, í gjár varð hann so funnin sekur. Sakførari hansara hevur tó sagt, at útsagnirnar bert vóru reyp, sum ikki vóru grundað á onnur prógv.

Davis hevur greitt frá, at hann og tríggir aðrir menn koyrdu saman í einum bili 7. september 1996 fyri at leita eftir 2Pac. Tá teir sóu bilin hjá honum, gav Davis hinum monnunum á baksetrinum ein pistól, og ein teirra skeyt eftir bilinum hjá rapparanum.

Hóast Davis nú er dømdur fyri at hava lagt drápið til rættis, er framvegis ikki greitt, hvør skeyt 25 ára gamla rapparan. Hinir menninir, sum vóru í bilinum við honum ta kvøldið, eru deyðir.

Davis, sum hevur boðað frá, at hann fer at kæra dómin, hevur noktað seg sekan í drápsákærunum. Men sambært lógunum í statinum Nevada, har hann er dømdur, kann hann dømast fyri dráp, hóast hann ikki sjálvur lat skotið av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder