Innanlands

Koyrandi aftur til Fuglafjarðar

Orsakað av einum skriðulopi um middagsleitið var ikki koyrandi til Fuglafjarðar eina løtu, men løgreglan boðar nú frá, at koyrandi er aftur.

(Mynd: Nielsjuul Knudsen/Facebook)

(Mynd: Nielsjuul Knudsen/Facebook)

2026-10-14 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein skriða leyp oman á Fuglafjarðavegin millum Breiðá og bygdina, og tí var ikki koyrandi til Fuglafjarðar eina løtu seinnapartin, meðan arbeitt varð við at rudda vegin.

Hetta hendi stutt fyri middag, og klokkan 13.30 boðaði løgreglan frá, at koyrandi var aftur.

Fleiri myndir síggjast m.a. á Eysturoyarportalinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder