Innanlands

Strangar hvirlur í kvøld - í nátt makar hann vindin

Á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð var 54 m/s, og á Gøtueiði 46 m/s í hvirlunum fyri løtu síðan.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-14 20:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur verið nógvur vindur og annars illfýsið í allan dag, og í kvøld er eisini rættiliga fitt av findi.

Summastaðni eru eisini harðar hvirlur. Á Gøtueiði vísti mátarin hjá Landsverki heilt upp í 46 metrar um sekundið í hvirlunum og á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð vóru 54 metrar um sekundið í hvirlunum.

Veðurstova Føroya sigur annars, at tað í kvøld er hvassur vindur ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s, hálvskýggjað og okkurt æl. Í nátt fer vindurin at minka eitt sindur, og á middegi í morgin er strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt.

Seinnapartin verður meira vanligt heystarveður hvat vindi viðvíkur, 10 til 15 m/s, men skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.

Sí feskastu forsøgnina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder