Innanlands

Rørdur Elmar: Hetta geri eg ongantíð aftur

Fleiri hundrað fólk vóru á Tórsbreyt at fylgja Elmari seinasta strekkið – hann fekk ikki hildið tárunum aftur

2019-06-13 20:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein ógvuliga rørdur Elmar Ósá, sum í kvøld um átta tíðina rann teir seinastu metrarnar á tvífalda jarnmanninum, hann hevur runnið fyri at skapa uppmerksemi og stuðul til Autismufelagið.

452 kilometrar svimjandi, súkklandi og rennandi. Seinastu umførini á Tórsbreyt vóru tað nógv fólk, sum fylgdu honum.

Seinasta umfarið slapp hann tó at renna einsamallur. Tað var ikki bara Elmar Ósá, sum var rørdur, tá avrikið var klárað. Stórur partur av nógvu fólkunum á Tórsbreyt stóðu eisini og táraðu.

- Tá tað gekk upp fyri mær, at so nógv fólk vóru komin at fylgja mær, gjørdist eg ógvuliga rørdur. Eg hevði roknað við eini tíggju til 15. Her eru bæði starvsfelagar, limir í Autismufelagnum, felagar frá Rynkeby-súkkluliðinum, og so síggi eg, at fleiri børn við autismu eru komin langa leið fyri at vera við her. Jú, eg kláraði als ikki at halda tárunum aftur.

Tá Elmar kom á mál var tað fyrsta hann gjørdi at geva konuni Tórunn og soninum Jógvani (einasta av børnunum, sum er heima í løtuni) eitt klemm. Hann gav eisini teirra stuðul, og stuðul frá familjuni annars heiðurin av, at hetta kundi lata seg gera.

Komin á mál vóru røður hildnar – stuttar, tí tað var tíðuligt at Elmar var hart viðtikin av langa túrinum. Heidi Aagaard, forkvinna í Autismufelagnum, takkaði fyri tað, sum Elmar við hesum bragdinum hevur gjørt fyri ta sakina, sum felagið arbeiðir fyri, og Annika Olsen, borgarstjóri bar eisini eina heilsu og blómutyssi.

Sjálvur takkaði Elmar fyri stuðulin og ikki minst fyri pengarnar, sum eru settir inn á kontuna.

Hann viðgekk, at hann er ógvuliga móður av túrinum, sum hevur tikið gott og væl hálvtannað samdøgur.

- Nú eri eg øgiliga, øgiliga, øgiliga móður og hetta geri eg ongantíð aftur. Nú fari eg heim og í bað og í song. So ætli eg ikki at síggjast aftur fyrr enn mánadagin, tá eg skal til arbeiðis á barnadeildini aftur, segði Elmar Ósá.

Og so legði hann afturat, at hann nú sær fram til Rynkeby-túrin til Paris um tvær vikur.

- Tað verður lætt. Tá skal eg bara súkkla 200 kilometrar um dagin.

Sí fleiri myndir

Sí: Her kemur Elmar í mál

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder