Stormurin í gjár elvdi seinnapartin í gjár til eina arbeiðsvanlukku.
Tað var nakað eftir klokkan 14 í gjár, at fólk hjá Bygma í Vági vóru í ferð við at tryggja tilfar, at ein maður um 40 ára aldur fekk skaða.
Maðurin varð fluttur á sjúkrahúsið, har hann varð staðfestur deyður.
Arbeiðseftirlitið er kunnað, og málið skal kannast nærri.
Tað er ógreitt, júst hvat hendi, tí eingin sá tað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, men hildið verður, at maðurin varð raktur av onkrum, sum var fokið í vindinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald