Innanlands

51 fráboðanir um stormskaðar

Fráboðanirnar komu millum kl. 12.40 í gjár og 1.10 í nátt. Á Skála feyk eitt seyðahús m.a. inn í eini sethús, í Hvannasundi fór eitt neyst í vindinum, og politistøðin í Klaksvík fekk stóran vatnskaða.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-15 08:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur fingið 51 fráboðanir um skaðar í sambandi við stormin í gjár og í nátt.

Fyrsta fráboðanin kom klokkan 12.40 í gjár, og seinasta fráboðanin kom kl. 01.10 í nátt, upplýsir løgreglan.

Vaktleiðarin upplýsir, at talið á stormskaðum tó helst er hægri enn tað, tí tað eru ikki allir skaðar, sum verða fráboðaðir løgregluni. Summi fólk ringja beinleiðis til tryggingina ella til átaksleiðaran í økinum.

Umleið helvtin av skaðafráboðanunum snúðu seg um tekjur, sum vóru farin ella við at fara í vindinum. Eisini vóru nakrar fráboðanir um knústar rútar, og skaðar á altanir.

Á Skála feyk eit seyðahús inn í eini sethús, og í Hvannasundi fór eitt neyst eisini í vindinum. Í gjárkvøldið fingu fólk í Hvalvík og Streymnesi boð um at halda seg inni, tí at ein tekja á einum bygningi á havnarlagnum í Hvalvík var rivin, og takplátur og annað fuku runt í økinum.

Eisini vóru fleiri omanlop í gjár, sum órógvaðu ferðsluna, og fleiri fráboðanir eru eisini komnar um vatnskaða. Stórur vatnskaði er eisini orsøkin til, at politistøðin í Klaksvík er stongd í dag. Vatn fleyt inn í kjallaran, og skaði kom m.a. á oljufýr og elskáp, sum hevði við sær, at streymurin fór.

Dagførd kl. 9.01

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder