Uttanlands

– Harmiligt at vit missa ein sterkan samstarvsfelaga

Ukrainski forsetin kennir seg sviknan av amerikanska forsetanum.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: Nicolas Tucat/AFP/Ritzau Scanpix)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: Nicolas Tucat/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-16 07:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj kennir seg sviknan av amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Tað segði hann í samrøðu við bretska sjónvarpsvertin Piers Morgan í sambandi við vitjan hansara í Stórabretlandi í vikuni.

– Men tað er meira fløkt enn bara mínar kenslur, sigur hann sambært Ritzau.

– Tað er harmiligt, at vit missa ein sterkan samstarvsfelaga.

Útsagnin hjá ukrainska forsetanum kemur, eftir at amerikanski forsetin hevur sagt, at Ukraina burdi fingið ein nýggjan forseta. Hetta segði hann, eftir at Zelenskyj fanst at honum fyri at hava gjørt eina avtalu við russiska forsetan, Vladimir Putin um diesel. Sambært Zelenskyj gevur Russlandi meira fígging til kríggj.

Amerikanski forsetin hevur eisini heitt á Ukraina um at gevast at leypa á russisk oljureinsiverk, tí at álopini, sambært honum, eru orsøkin til dieseltrot.

Um vikuskiftið boðaði Trump frá, at avtala varð gjørd millum Ukraina og Russland um sonevnda orkuvápnahvíld, men hetta segði ukrainski forsetin seg einki vita um. Kortini var Zelenskyj sinnaður at steðga álopunum, um Russland eisini helt avtaluna, segði hann. Ukraina hevur tó tikið álopini uppaftur við tí grundgeving, at Russland ikki gavst at leypa á ukrainskt orkuundirstøðukervi.

– Tað er pínufult, tá Trump forseti velur eina síðu og ikki okkara, sigur ukrainski forsetin, sum leggur afturat, at hann heldur tað vera í lagi, at Trump stillar seg í miðjuna millum Ukraina og Russland. Men hann sigur eisini:

– Stendur mann í miðjuni, noyðist mann at vera standandi í miðjuni. Ikki á skeivu síðuni. Eg haldi, at ráðgevar hansara fara skeivir. Eg veit ikki, hvør tað er, sum skumpar hann móti skeivu síðuni av søguni.

Zelenskyj sigur, at Ukraina framvegis roknar við samstarvi við USA, men at Ukraina hevur havt "nakrar trupulleikar".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder