Átta amerikanskir statir hava stevnt tøknirisan OpenAI.
Statirnir vilja vera við, at vitlíkisskipanin ChatGPT, sum OpenAI hevur ment, hevur givið børnum vegleiðing um, hvussu mann kann gera skaða á seg sjálvan og onnur.
Statirnir vilja m.a. hava dómstólarnar at tvinga OpenAI at tillaga mátan, sum ChatGPT virkar, tá børn brúka tað, skrivar Ritzau.
OpenAI stendur eisini ímóti fleiri øðrum rættarmálum, sum m.a. snúgva seg um, at ChatGPT hevur spælt ein leiklut í hópskottilburðum og øðrum sløgum av harðskapi.
Í november 2025 løgdu eitt amerikanskt par ChatGPT og OpenAI undir at hava verið orsøkin til, at 16 ára gamli sonur teirra tók lívið av sær. Sambært parinum hevði ChatGPT í fleiri mánaðir eggjað hann til at taka sítt egna lív. Svarið hjá OpenAI var tó, at ChatGPT ikki kundi ábyrgdast fyri hetta.
Tøknirisin hevur síðan dagført ChatGPT fleiri ferðir og kom í august við einari nýggjari útgávu til ung í aldrinum 13-17 ár, sum hevði til endamáls at verja tannáringum móti innihaldi um sjálvskaða og harðskap umframt kynsligum innihaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald