Innanlands

Tangabilur fór av vegnum á Sandi

Talan var um ein bil hjá Effo. Eingin persónsskaði var, men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa slíkan bil upp. Løgreglan sigur, at "vegurin gav seg undan bilinum".

2026-10-16 10:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at ein tangabilur hjá Effo var farin útav sjálvum vegum og hálvgum lá við vegjaðaran.

Hetta var nær við øki Inni í Dal á Sandi, har skúlin og fótbóltsvøllurin eru. Sambært in.fo var tað á uppdyrkingarvegnum inn til Skemmugarð á Sandi.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í dag lýsir tað sum, at "vegurin gav eftir undan oljubilinum". Stóri bilurin var smokkaður spakuliga niður í veitina

Tað er ikki greitt hví; ein giting er nógva regnið.

11 tons av olju vóru í tanganum. Eingin dáking - og ei heldur nakar persónsskaði - var í sambandi við hendingina.

Tað krevur sítt at fáa slíkan bil upp aftur. Tað var millum annað ikki gjørligt "bara" at nýta kranabil. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti ikki støðuna í morgun, men nevndi at møguliga var gera eitt slag av rampu við gróti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder