2026-10-16 11:28
Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava nú skrivað undir nýggjan sáttmála.
Báðir partar góðtóku semingsuppskotið, sum semingsstovnurin kom við í gjár og sum feløgini skuldu svara uppá klokkan 11 í dag.
Lønarhækkingin svarar til hækkingina á privata arbeiðsmarknaðinum.
Nýtt í sáttmálanum er, at næsta ár hækkar hann í krónum – ikki í prosentum av lønini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald