Uttanlands

Leo pávi útskrivaður í dag

71 ára gamli pávin hevur verið innlagdur síðan týsdagin og hevur fingið viðgerð fyri ein krabbaknykil.

Pávin varð innlagdur týsdagin (Mynd: Tiziana Fabi/AFP/Ritzau Scanpix)

Pávin varð innlagdur týsdagin (Mynd: Tiziana Fabi/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-17 12:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pávin verður seinnapartin útskrivaður úr Gemelli-sjúkrahúsinum í Rom, har han hevur verið innlagdur síðan týsdagin og fingið viðgerð fyri ein krabbaknykil.

Eftir blóðroyndir, røntgenkanningar og win samlað meting av heilsustøðu hansara verður mett, at hann er klárur at verða útskrivaður, siga læknar hansara sambært Vatikaninum.

71 ára gamli Leo pávi fekk tikið niðasta part av høgra lungu, eftir at ein krabbaknykil varð funnin, skrivar Ritzau.

Upplýst verður, at skurðviðgerðin eydnaðist væl, men einki verður sagt um, hvussu stóran knykil talan var um, ella um krabbin kann hava spreitt seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder