Innanlands

Ruth Vang spyr um aldursmark til mammografikanningar

Ábendingar eru um, at tað gevur úrslit at bjóða kvinnum yngri enn 50 ár mammografikanning eisini, sigur Ruth Vang, sum hevur spurt landsstýriskvinnuna í heilsu- og orkumálum, um ætlanir eru um at bjóða fleiri kvinnum hesa kanningina.

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-17 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyskar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár fáa, eins og í øðrum Norðurlondum, bjóðað mammografikanningar annaðhvørt ár, men ábendingar eru um, at tað gevur úrslit at bjóða kvinnum yngri enn 50 ár kanning eisini.

Tað sigur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, sum hevur spurt landsstýriskvinnuna í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, um ætlanin er at víðka aldursbólkin, sum fær tilboð um mammografi.

Ruth Vang vísir á, at Ísland og Svøríki hava víðkað aldursbólkin, sum fær tilboð um mamografikanning, soleiðis at allar kvinnur í aldrinum 40-74 ár fáa tilboð um kanning, og at hagtøl í Føroyum vísa, at 10. hvør kvinna verður rakt av bróstkrabba.

Ruth Vang vil eisini hava at vita frá Eydis Hartmann Niclasen, um Sjúkrahúsverkið hevur neyðugu orkuna at víðka aldursbólkin, sum fær tilboð ummammografikanning, og hvat tað hevði kostað at víðkað tilboðið til kvinnur niður í 40 ella 45 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder