Sjey kommunulæknastørv eru í løtuni leys at søkja.
Størvini verða sett eftir nærri avtalu við Heilsutrygd, og møguleiki er at søkja størvini saman við øðrum kommunulækna og harvið skipa arbeiðið soleiðis, at talan kann verða um niðursetta tíð eftir nærri avtalu, skrivar Heilsutrygd.
Talan er um tvey størv í Klaksvík, eitt starv, sum vanliga skal røkjast bæði í Fuglafirði og í Gøtu eftir avtalu, eitt starv í Vestmanna, eitt starv í Miðvági, og tvey størv á Tvøroyri.
Tey, ið søkja størvini, skulu hava serlæknagóðkenning í almennum medisini ella vænta at fáa slíka serlæknagóðkenning í næstum. Umsóknarfreistin er sunnudagin 1. november, skrivar Heilsutrygd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald