Innanlands

Simme Musikkhús heldur fram við nýggjum eigara

Jaspur Jan Olsen hevur í dag gjørt avtalu við Terja B. Vestergaard um at yvirtaka handilin.

Terje B. Vestergaard og Jaspur Jan Olsen (til høgru), nýggi eigarin av Simme Musikkhús

Terje B. Vestergaard og Jaspur Jan Olsen (til høgru), nýggi eigarin av Simme Musikkhús

2026-10-17 16:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður framhaldandi eitt Simme Musikkhús í Havn, ella rættari sagt á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Ein handil við alskyns ljóðførum og tænastun til tónleikarar og tónleikavinnuna, sum hevur livað sítt góða lív undir ymsum eigarum síðan 1959.

Fyri nøkrum vikum síðani legði eigarin av handlinum síðan 2024, Terji B. Vestergaard, út eina fráboðan á sosialar miðlar og greiddi kundum sínum frá, at hann tíverri varð noyddur at sleppa sær av við handilin av heilsuávum. Royndir hansara at finna ein at yvirtaka handilin hevði ikki eydnast, og tí fór handilin helst at lata aftur.

Les: Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur

Men so verður ikki. Í dag hevur Terji B. Vestergaard skrivað undir sáttmála við Jaspur Jan Olsen, sum yvirtekur handilin.

Tónleikari og seljari

- Eg havi fingist við tónleik so at siga alt mítt lív, meira og minni, og tá eg las uppslagið hjá Terja, gjørdist eg veruliga stúrin, og valdi at seta meg í samband við hann beinanvegin.

- Eg helt ikki bara, at tað var synd fyri Terja og fyri Simme Musikkhús, men synd fyri alla tónleikavinnuna í Føroyum um handilin lat aftur.

- Simme Musikkhús hevur virkað í Føroyum í skjótt 70 ár, og eg eri sannførdur um, at tað eisini kann virka í 70 ár afturat, sigur Jaspur Jan.

- Tónleikur er ein so integreraður partur av føroyingum. Tað eru so at siga allir føroyingar, sum duga, í hvussu so er eitt sindur at spæla upp á okkurt instrument, ella í hvussu so er at syngja. Tað at syngja er ein heilt natúrligur partur av sosiala lívinum hjá føroyingum, og tí eiga vit eisini at hava ein handil, eins og Simme Musikkhús, sum kann veita tænastur innan tónleik og ljóðføri av øllum slag.

37 ára gamli Jaspur Jan Olsen hevur ikki einans royndir sum tónleikari. Hann hevur eisini eina handilsliga bakgrund. Føddur og uppvaksin á Saltnesi har familjan fekst við handilsvirksemi. Síðan útlærdur innan bilasølu, og hevur sum vaksin fingist við sølu hjá fleiri bilasølum í Føroyum, og eisini á øðrum økjum – hevur eitt nú verið handilsleiðari hjá Føroya Tele. Núverandi starv hansara er sum verkstaðsleiðari hjá Wenzel Quick Service.

Óttast ikki kapping 

Jaspur Jan er væl vitandi um, at handlar, sum selja ljóðføri eru í harðari kapping við tænastur á netinum, sum bjóða alskyns ljóðføri til sølu. Hann sær tó ongan vanda í hesi kapping.

- Tað er gott við kapping, og eg eri sannførdur, at Simme Musikkhús eisini í framtíðini kann varðveita støðu sína, sum staðið, har tónleikar velja at venda sær til – eisini tá tað kemur til prís. Tað er jú nakað heilt annað at koma inn í ein handil, har tú kanst nerta og royna ljóðførini, vita hvussu tey ljóða og fáa góða ráðgeving frá okkara starvsfólkum. Hetta fært tú ikki við at keypa á netinum. Tú trýstir á keyp, og so veitst tú ikki rættiliga, hvat tú fært sendandi.

Starvsfólkini halda fram

Hjá Simme Musikkhús starvast ein royndur sølumaður og ein lærlingur. Hesir halda fram undir nýggju eigarunum. Simme Musikkhús hevur eisini í alla tíð veitt tænastur og vegleiðing, tá tað kemur til umvælingar og aðra hjálp við ljóðførum. Kunnu fólkini ikki, so hevur verkstaðurin samband við fólk, sum kunnu gera umvælingina, greiðir Jaspur Jan Olsen frá.

Síðani Terji B. Vestergaard boðaði frá, at hann fór at gevast, hevur úrvalið í Simme Musikkhús verið minkandi, tí hóast handilin ikki hevur verið stongdur, so eru nýggjar vørur ikki bílagdar.

Men nýggju eigararnir eru longu nú farnir undir at bíleggja vørur, so um tvær til tríggjar vikur, verður úrvalið á minst sama støði, sum tað hevur verið, sigur nýggi eigarin av Simme Musikkhús. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder