Umleið 1.800 fólk vórðu handtikin undir harðligum motmælum í fleiri fronskum býum leygardagin.
Mótmælini byrjaðu á miðnámsskúlum í París, har nógv vóru ónøgd við skúlaviðurrskifti. Hetta hevur síðani ment seg til eina landsumfevnandi rørslu móti ójavna, høgum livikostnaði og versnandi almennum tænastum.
Løgreglan brúkti táragass og vatnkanónir móti mótmælisfólkum, sum blakaðu lutir eftir løgregluni og skutu fýrverk. Eitt mótmælisfólk hevur latið lív, og fleiri hundrað løgreglufólk eru særd, skrivar Reuters.
Í høvuðsstaðnum París vórðu fleiri gøtur oyðilagdar, tá ungir menn í maskum settu eld á parkeraðar bilar og rændu fleiri handlar. Mótmælisfólkini hava eisini rænt handlar í Marseille, Nice, Nantes, Bordeaux, Limoges, Lille, Tolouse og Strasbourg.
Sambært franska innlendismálaráðnum luttóku ein góð hálv millión fólk í mótmælunum leygardagin. Franska fakfelagið CGT sigur, at talið á mótmælisfólkum var umleið 800.000, skrivar Ritzau.
Franski forsetin, Emmanuel Macron lovar, at tey, sums tanda aftanfyri ránunum og herverkinum verða rættarsøkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald