Uttanlands

Stórtingið samtykt herðing í fosturtøkulógini

Grundleggjandi rættindi verða tikin frá kvinnunum, heldur andstøðan

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2019-06-14 07:27 Author image
Ingi Samuelsen

Stórtingið samtykti í nátt við 105 atkvøðum fyri og 64 ímóti, at galdandi lóg um fostortøku í Noregi skal herðast.

Viðgerðin gjørdist drúgv, og farið var um midnátt áðrenn atkvøðugreiðslan var av. Orðaskiftið gjørdist eisini heitt í Stórtinginum við ákærum og verjurøðum meðan mótmælisfólk savnaðust uttan fyri bygningin, skrivar VG.

Herðingin av lóggávuni ber í sær, at kvinnur, sum eru gitnar við fleiri børnum, og ynskja at fáa eitt ella fleiri fostur tikin, fyrst skulu hava umsókn sína viðgjørda í eini serligari nevnd. Og her skulu læknar taka endaliga støðu til ynskið frá kvinnuni.

Erna Solberg, forsætisráðharri, var fyri hørðum ábreiðslum frá stórtingsins røðarapalli. Fleiri politikarar skuldseta hana fyri at hava avreitt rættindini hjá kvinnunum við samráðingarborðið aftur fyri at varðveita valdið í landinum.

- Tað tykist, sum Erna Solberg er til reiðar at gera hvat sum helst fyri at sleppa at sita við valdið. Enntá at avreiða grundleggjandi rættindi og fremja herðingar í forsurtøkulógini frá sjeytiárunum, segði næstformaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Haida Tajik.

Javnaðarflokkurin situr í andstøðu í Noregi. Í stjórnini sita Høyre, Fremskrittspartiet, Venstre og Kristeligt Folkeparti.

Í samgongusamráðingunum fekk kristiligi fólkaflokkurin undirtøku fyri sínum uppsoti um hesa broytingina í fosturtøkulógini, sum varð sett í gildi í 1976.

Aðrar broytingar, sum stjórnarflokkarnir samdust um at gera eru herðingar í lóggávuni, sum gevur útlendingum friðskjól í Noregi, skattalækkingar og at gera átøk í stríðnum móti veðurlagsbroytingunum, skrivar Ritzau. 

placeholder
placeholder