Uttanlands

Macron: Hetta kann ikki rættvísgerast

Franski forsetin helt røðu fyri fronsku tjóðini í gjár í kjalarvørrinum á stóru mótmælunum kring landið.

Løgreglufólk í París (Mynd: Matthieu Rondel/AFP/Ritzau Scanpix)

Løgreglufólk í París (Mynd: Matthieu Rondel/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-19 09:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Einki rættvísger óstýriliga harðskapin undir mótmælunum í Fraklandi um vikuskiftið, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron.

– Í kvøld kenna vit øll vreiði og skomm, segði hann í røðu fyri fronsku tjóðini sunnudagin.

Franski forsetin segði eisini, at mann má skilja ímillum mótmælisfólkini, sum høvdu lóglig krøv og tey, sum framdu herverk, harðskap og rán. Macron sigur, at hesi síðstnevndu mugu bøta fyri tað.

Um vikuskiftið hava stór mótmæli verið um alt Frakland, og franska innanríkismálaráðið upplýsti sunnukvøldið, at nærum 2.400 fólk vórðu handtikin í hesum sambandi, og at nærum 1.000 løgreglufólk vórðu særd.

Mótmælini byrjaðu á miðnámsskúlum í París, har nógv vóru ónøgd við skúlaviðurrskifti. Hetta hevur síðani ment seg til eina landsumfevnandi rørslu móti ójavna, høgum livikostnaði og versnandi almennum tænastum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder