Í kjalarvørrinum á stóru mótmælunum um vikuskiftið, hevur franski innanríkismálaráðharrin, Laurent Nunez heitt á franska forsetan, Emmanuel Macron um at loysa seg úr starvi, men Macron hevur ikki gingið áheitanini á møti.
Tað upplýsir skrivstovan hjá franska forsetanum í morgun.
– Innanríkismálaráðharrin bað sunnudagin forsetan um at verða loystur úr starvi. Orsakað av tørvinum á framhaldandi leiðslu av átøkum hjá løgregluni í løtuni, hevur forsetin víst umbønini aftur, skrivar franska forsetaskrivstovan sambært Ritzau.
Fleiri andstøðupolitikarar eru annars komnir við áheitanum um at loysa Nunez úr starvi.
Um vikuskiftið eru um 2.400 fólk handtikin í sambandi við stóru mótmælini í fleiri fronskum býum, og umleið 1.000 løgreglufólk eru særd.
Macron hevur heitt á Nunez um skjótast gjørligt at seta í verk nýggj tiltøk, sum skulu gera løgreglu- og trygdarfólk før fyri at handfara slíkar støður.
Mótmælini byrjaðu á miðnámsskúlum í París, har nógv vóru ónøgd við skúlaviðurrskifti. Hetta hevur síðani ment seg til eina landsumfevnandi rørslu móti ójavna, høgum livikostnaði og versnandi almennum tænastum.
Les eisini: Macron: Hetta kann ikki rættvísgerast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald