Uttanlands

Putin vil hava fund við Trump og Xi

Fundurin skal snúgva seg um Ukraina, og hvussu endi fæst á krígnum.

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: Mikhail Metzel/AFP/Ritzau Scanpix)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: Mikhail Metzel/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-19 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin vil hava ein fund við amerikanska forsetan, Donald Trump og kinesiska forsetan, Xi Jinping.

Tað veit amerikanski miðilin The Wall Street Journal at siga frá ónevndum keldum.

Fundurin skal snúgva seg um Ukraina, og hvussu endi fæst á krígnum, sum byrjaði fyri nærum fimm árum síðani.

Ein kelda upplýsir, at Putin nevndi hugskotið um fundin, tá hann tosaði í telefon við Trump 9. oktober. Tað var eisini tá teir báðir samdust um umstríddu dieselavtaluna.

Les eisini: – Vil ikki reka russar frá samráðingarborðinum

Putin hevur eisini áður skotið upp at hava fund millum hann, Trump og Xi.

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini sigur, sambært Ritzau, at samskifti er millum teir tríggjar um ein møguligan fund.

Tað sama váttar amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio.

– Eg veit ikki, um nakað endaligt er avtalað, men forsetin hevur verið greiður. Hann ynskir, at kríggið millum Ukraina og Russland skal fáa ein enda, sigur Rubio.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder