508 fólk løgdust afturat starvsfólkaskaranum í september, sum er ein vøkstur á 1,7 prosent í mun til september í fjør.
Sambært Hagstovuni vóru 30.576 starvsfólk í Føroyum í september.
Talan var um 15.600 menn og slakar 15.000 kvinnur.
Fyri menn er vøksturin 1,8 prosent, og fyri kvinnur vøksturin 1,6 prosent samanborið við sama mánað árið fyri.
Meira enn helvtin - 57 prosent - av starvfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og restin - 43 prosent - arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði.
Tá hugt verður at ymisku vinnugreinunum sæst, at størsti vøksturin var í flutnings- og goymsluvinnuni og innan gisting og matstovuvinnu. Har løgdust afturat ávíkavist 118 og 114 starvsfólk í mun til í fjør, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald