Uttanlands

Svøríki: Forkvinnan hjá Centerpartiet nýggjur samráðingarleiðari

Elisabeth Thand Ringqvist ynskir at vera við til at finna eina loysn og ynskir ikki at gerast stjórnarleiðari.

Svenski tingformaðurin, Andreas Norlén á tíðindafundi í dag (Mynd: Claudio Bresciani/TT/Ritzau Scanpix)

Svenski tingformaðurin, Andreas Norlén á tíðindafundi í dag (Mynd: Claudio Bresciani/TT/Ritzau Scanpix)

2026-10-19 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

13. september var tjóðartingsval í Svøriki, og landið hevur enn ikki fingið nýggja stjórn. Men nú er ein nýggjur samráðingarleiðari útnevndur.

Talan er um Elisabeth Thand Ringqvist úr Centerpartiet, boðar svenski tingformaðurin, Andreas Norlén frá á tíðindafundi í dag sambært Ritzau.

Norlén sigur, at hann eftir at hava tosað við flokkarnar ikki sær nakra greiða semju um, hvør skal standa á odda fyri nýggju samráðingunum. Men hann heldur, at Ringqvist skal sleppa kanna møguleikan fyri "einum alternativi á miðjuni".

Forkvinnan í Centerpartiet sigur, at hon er eyðmjúk um ta uppgávu, sum hon nú hevur fingið. Hennara mál er at vera við til at finna eina loysn, ikki at gerast stjórnarleiðari sjálv, sigur hon.

Magdalena Andersson, floksleiðari hjá Socialdemokraterna hevur tvær ferðir roynt - til fánýtis - at skipa stjórn síðan valið, og í farnu viku atkvøddi ein meiriluti í svenska tinginum ímóti henni sum forsætisráðharra í einari minnilutastjórn, sum Socialdemokraterna var einsamallur um at skipa.

Les eisini: Svenska tingið atkvøddi ímóti Magdalenu Andersson

Hetta var fyrstu ferð síðan valið, at atkvøtt var um forsætisráðharran. Til ber at hava í mesta lagi fýra forsætisráðharraatkvøðugreiðslur, áðrenn nýval má útskrivast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder