Uttanlands

Koyrdi á avstralskan politikara

Enn er ov tíðliga at siga naka um, hvørt talan var um eina tilvitaða hending, sigur avstralski forsætisráðharrin.

Helen Haines er leysgangari í avstralska tjóðartinginum (Mynd: Hilary Wardhaugh/AFP/Ritzau Scanpix)

Helen Haines er leysgangari í avstralska tjóðartinginum (Mynd: Hilary Wardhaugh/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-19 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Avstralski tjóðartingslimurin, Helen Haines, var fyrr í dag álopin nærhendis skrivstovu sína í býnum Wangaratta í statinum Victoria. Tað upplýsir Anthony Albanese, forsætisráðharri, sambært Reuters.

Ein 43 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður í málinum, upplýsir avstralska løgreglan.

Helen Haines var rakt av einum hvítum Toyota Land Cruiser, og tað vóru fólk, sum sóu tilburðin, sum hildu bilføraranum aftur.

Løgreglan í Victoria upplýsir, at Helen Haines varð flutt á sjúkrahús við “álvarsligum skaðum”.

Forsætisráðharrin upplýsir, at løgreglukanning av málinum nú er í gongd, men vil tó einki siga um, hvørt talan var um eina tilvitaða ætlan at gera skaða á politikaran.

Men okkurt kundi bent á tað, hevur miðilin ABC endurgivið hann fyri.

Haines er leysgangari í avstralska tjóðartinginum. Wangaratta liggur umleið tríggjar tímar í bili frá stórbýnum Melbourn í landssynningspartinum av Avstralia.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder