Innanlands

Seks fingu klipp fyri at koyra inn á Vaglið

Hevur ein ørindi á Vaglinum við bili, er einasti vegur í løtuni at koyra niðan eftir Sverrisgøtu, har tað vanliga ikki er loyvt at koyra.

(Kort: Tórshavnar kommuna)

(Kort: Tórshavnar kommuna)

2026-10-20 07:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í løtuni er ikki loyvt at koyra av Áarvegnum og Mylnugøtu og inn á parkeringsøkið við býráðsskrivstovuna á Vaglinum í Havn.

Hetta tí at Tinghúsvegurin er stongdur framvið løgtingshúsinum, har arbeitt verður upp á at skifta húsaklædningin út.

Eitt stutt skiftið um middagsleitið í gjár, staðfesti løgreglan seks bilar, sum ikki aktaðu forboðið um at koyra niðan eftir niðjasta parti av Niels Finsensgøtu. Hesir seks bilførararnir fingu tí klipp í koyrikortið.

Vaktleiðarin heitir á bilførarar um at akta skeltingina, og ikki koyra inn, har forboðsskelti standa.

Hevur ein ørindi á Vaglinum við bili, er einasti vegur at koyra niðan eftir Sverrisgøtu við klædnahandilin Kissa, har tað vanliga ikki er loyvt at koyra.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder