Klokkan 11 í dag kemur løgtingið saman til 20. tingfundin í hesum tingárinum. Heili 10 mál eru á skránni í dag.
Tvey tey fyrstu eru triðju viðgerðir av málum, sum skulu endaliga avgreiðast. Bæði snúgva seg um at yvirtaka málsøkið ‘rúdandi evni’.
Fyrsta av teimum sjey 1. viðgerðunum á tingi í dag er nógv umrødda og umstrídda málið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni við samferðslumálum, um at kommunur ikki longur skulu kunna krevja havnagjald av skipum hjá landinum, t.e. strandfaraskip, havrannsóknarskip og vaktar- og bjargarskip.
Talan er um neyvt sama uppskot, sum sami landsstýrismaður legði fram í 2009. Málið varð tá tikið aftur av landsstýrismanninum seks dagar eftir at tað var lagt fram, tí mett varð ikki, at undirtøka var fyri uppskotinum.
Í uppriti frá løgtingsumsitingini, ið er lagt við málinum nú verður greitt frá, at tá málið í 2009 varð fyrireikað, varð tað sent til hoyringar hjá viðkomandi pørtum. Teir hoyringspartar, ið lótu inn hoyringsskriv, vóru allir ímóti at uppskotið kundi setast í gildi.
Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Tórshavnar kommuna og Innlendismálaráðið vístu m.a. á, at talan eftir teirra fatan varð um ognartøku sambært grein 73 í donsku grundlógini, tí lógaruppskotið ásetti, at skipini hjá Strandfaraskipum Landsins ikki skuldu rinda havnagjøld, hetta hóast at føroyskar kommunur sambært lóg og rættarsiðvenju hava tikið gjald fyri tænastur á havnaøkinum í óminniligar tíðir, grundað á, at ogn hjá privatum og eisini kommunum er vard ímóti at verða tikin uttan endurgjald. Ogn er her at skilja sum ogn í breiðari merking og ikki einans at skilja sum føst ogn ella leysafæ, men eisini peningakrøv so sum gjald, ið verður kravt fyri brúk av ella móttikna tænastu knýtt at ognini.
Av tí at talan er um neyvt sama uppskot, sum nú er lagt fram, og at ongar lógarbroytingar eru hendar á økinum hesi árini, síðani uppskotið varð lagt fram í 2009, eru viðmerkingarnar um ognartøku-problematikkin framvegis viðkomand, staðfestir Poula Árnadóttir Lervig, løgfrøðingur hjá løgtinginum í uppritinum, har greitt verður frá, at umsitingin hevur sent skriv til Vinnumálaráðið og víst á hendan trupulleikan.
Hóast hetta, so sær Poula Árnadóttir Lervig ikki nakran trupulleika í, at málið verður viðgjørt á tingi. Hon skrivar soleiðis:
“Hóast talan er um eitt at síggja til ófullfíggjað lógaruppskot, so metir Løgtingsumsitingin kortini ikki, at málið ikki kann viðgerast í Løgtinginum. Løgtingið hevur undir ting- og nevndarviðgerðunum høvi at fáa málið upplýst til fulnar, íroknað møguliga ognartøkuproblematikkin, og síðani at taka støðu til málið við støði í fyriliggjandi uppskoti og møguligum nýggjum upplýsingum, sum eru komnar afturat.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald