Seinnapartin í gjár handtók og skuldsetti Føroya Politi fýra mans. Harumframt varð ein maður handtikin og skuldsettur í Danmark. Menninir, sum eru millum 28 og 48 ár, eru skuldsettir fyri ólógliga varðveitslu og deiling av privatum myndum.
Í sambandi við handtøkurnar gjørdi politiið eisini húsarannsókn heima hjá teimum skuldsettu, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.
Undir rannsóknunum varð millum annað lagt hald á teldur, harðdiskar og telefonir, sum løgreglan nú kannar nærri.
Kanningararbeiðið, sum politiið arbeiðir við undir heitinum Olympus, fer at avdúka, hvussu umfatandi málini eru, og um fleiri persónar skulu skuldsetast fyri ólógliga varðveitslu ella deiling av privatum myndum.
Ólógligt at deila myndir uttan samtykki
Í hesum sambandi ger løgreglan vart við, at tað er ólógligt at deila myndir av øðrum uttan samtykki. Tá myndir verða deildar fleiri ferðir, ber ikki til at vita, um avmyndaði persónurin hevur givið samtykki til at deila myndina. Boðskapurin hjá politinum er tí greiður: Slíkar myndir skulu ongantíð sendast víðari.
Persónar, sum hava ólógligt myndatilfar, eins og tey, sum deila slíkar myndir, kunnu revsast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald