Marin Kristina í Dali hevur tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum, skrivar heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum.
Marin hevur verið ávikavist hjá Joan Skibenæs, kommunulækna, Heilsudeplinum við Skálafjørðin, hjá Davið Guðnason, kommunulækna, Læknamiðstøðini í Vági og nú tað seinasta árið hevur hon verið í viðtaluni hjá Dorrit Bech Joensen, kommunulækna í Læknamiðstøðini í Vági.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.
Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 16 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Tann næsti læknin verður eftir ætlan liðugur 30. november í ár og tríggir læknar verða eftir ætlan lidnir í 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald