Í kvøld, mikukvøldið 21. oktober klokkan 20.00, verður árligur borgarafundur í Eydnuni.
Hetta fyri bygdirnar Oyri, Oyrarbakka og Norðskála.
- Endamálið við fundinum er, at borgarar fáa høvið at gera vart við viðurskiftir og ynskir, ið tey meta, at býráðið eigur at raðfesta.
Soleiðis lýsir Sunda kommuna tað á heimasíðu sínari. Ynski er, at borgarar í bygdunum kring brúnna møta upp og fáa eitt orðaskifti.
Eitt stórt evni í økinum hevur verið "krossurin" við brúnna: Við Magn og innkoyringina/útkoyringa av Oyrabakka, umframt tað sama hinumegin. Her er vandamikið, í mun til ferðslu, og leingi hevur verið heitt á landsmyndugleikar um at gera nakað við tað. Eingi varð tó játtað til hetta á fíggjarlógini fyri 2027.
Á fundinum kemur umboð frá ráðgevarafyritøkuni Spenn tó at kunna um gongdina við sjálvan Norðskálavegin, kunnar sunda.fo um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald