Tað eru skrásettir umleið 320 kilometrar av vatnleiðingum í Tórshavnar kommunu. Men ikki øll rørini eru í serliga góðum standi:
- Her av eru umleið 6 km av rørum av eini góðsku, ið Vatnverkið metir sum ringa ella sera ringa. Tí hevur kommunan raðfest at endurnýggja hesar leiðingar.
Hetta skrivar torshavn.fo.
Orsakað av støðuni er Tórshavnar kommuna farin undir miðvíst at endurnýggja vatnleiðingarnar, har sum avbjóðingin við vánaligum rørum er størst. Her var Kommansmýra eitt av støðunum, har støðan var ringast
Tískil eru gomlu vatnrørini á Vípuvegi seinastu tíðina skift út við nýggj rør úr plasti.
![]()
![]()
Mynd: torshavn.fo
Við hesum er øll vatnleiðingin á Kommansmýru dagførd. Hetta gevur íbúgvunum í grannalagnum eina nógv betri vatnveiting við betri góðsku.
Tórshavnar kommuna staðfestir, at talan er um eitt sera krevjandi arbeiði, ið kann órógva ferðsluna, tí vegir og gongubreytir skulu gravast upp. Arbeiðið tekur eisini nógva tíð og er kostnaðarmikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald