Innanlands

Stjórnin: Orkuskiftið, fíggjarlógin, fiskiloyvi og havnagjøld

Nógv virksemi er í Tinganesi, í Løgtinginum, men orkuskiftið er ikki nógv frammi. Tað verður tað í Stjórnini í dag, og royndu politikkararnir.

Fullmannað panel í dag og nógv at tosa um- lurta frá klokkan 17.15 (Mynd: Sverri Egholm)

Fullmannað panel í dag og nógv at tosa um- lurta frá klokkan 17.15 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-21 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hvat er støðan við ætlaða orkuskiftinum, og hví hendir so lítið á økinum?

Hetta er eitt av tingunum, sum verður vent í Stjórnin - politikkur á skák í dag.

Royndu politikararnir Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen eru til reiðar saman við Árna Gregersen. 

Teir fara eisini at viðgerða nógv umrødda uppskotið hjá Jacob Vestergaard um at strika havnagjøld, sum var til fyrstu viðgerð í løgtinginum týsdagin.

Sí eisini: - Landsstýrið vil í kommunalu kassarnar

Fiskiloyvi og søla av hesum eru eisini á breddanum, nú Birita er seld fyri ovurstóra upphædd.

Og so er tað fíggjarlógin. Hon fyllir nógv í løtuni; eisini í sendingini.

Lurta eftir seinastu sending her: Fíggjarlógin er út av lagi vánaligt handverk

Video: - Eg rokni við at tað verður verri

Lurta eftir Stjórnini á FM1 ella stroyma á Portalinum frá klokkan 17.15. Til ber eisini at lurta á báðum pallunum seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder