Uttanlands

Pávin er aftur í Vatikaninum

Hetta eftir væleydnaða skurðviðgerð fyri lungnakrabba í síðstu viku. Nógv fólk vóru á Piazza San Pietro og heilsaðu uppá í dag.

Nógv spent fólk heilsaðu uppá, tóku myndir og Leo pávi signaði eisini nøkur børn, nú hann aftur sást alment(Mynd: Yara Nardi/Reuters/Ritzau Scanpix)

Nógv spent fólk heilsaðu uppá, tóku myndir og Leo pávi signaði eisini nøkur børn, nú hann aftur sást alment(Mynd: Yara Nardi/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-10-21 11:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin 13. oktober var Leo pávi undir skurð, har niðasti partur av høgra lungu varð tikin.

Undir skurðviðgerðini varð staðfest tað, sum læknarnir høvdu illgruna um frammanundan - at pávin hevði krabbamein.

Skurðviðgerðin gekk væl, og seinastu vikuna hevur Leo pávi verið innlagdur á sjúkrahúsi í Rom fyri at koma fyri seg.

Í dag er hann aftur í Vatikaninum. Pávin var á Pætursplássinum - Piazza San Pietro - til eitt sonevnt generalaudiens.

Nógv spent fólk heilsaðu uppá, tóku myndir og Leo pávi signaði eisini nøkur børn.

[object Object]Mynd: Yara Nardi/Reuters/Ritzau Scanpix

Pávin hevur sagt við altjóða miðlar, at hann spakuliga vendir aftur sínar uppgávur eftir skurðviðgerðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder