Innanlands

Alt byrjar í relatiónini við barnið

- At vit síggja barnið, tørvin hjá barninum og veita barninum neyðugu umsorganina við at lurta og virða og viðurkenna barnið. Tað sigur Pætur Zachariasson, sum í nýggjari ph.d-ritgerð kannar orsøkirnar til skúlafráveru.

Tað er eitt tilvitað val, at orðið skúlafrávera verður nýtt og ikki skúlaaftran: – Eg hugsi, at skúlaftran peikar á barnið, sum stríðist, og kann geva ta fatan, at tað einans er barninum, tað er galið við. Men viðurskiftini rundan um barnið og umhvørvið, sum barnið ferðast í, eru altíð partur av skúlafráveruni, sigur hann (Mynd: skulabladid.fo)

Tað er eitt tilvitað val, at orðið skúlafrávera verður nýtt og ikki skúlaaftran: – Eg hugsi, at skúlaftran peikar á barnið, sum stríðist, og kann geva ta fatan, at tað einans er barninum, tað er galið við. Men viðurskiftini rundan um barnið og umhvørvið, sum barnið ferðast í, eru altíð partur av skúlafráveruni, sigur hann (Mynd: skulabladid.fo)

2026-10-21 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: Hvørji viðurskifti gera seg galdandi í lívinum hjá børnum, tá ið talan er um skúlafráveru?

Tann spurningin hevur Pætur Zachariasson, sálarfrøðingur, sett sær fyri at kanna í nýggjari ph.d-ritgerð.

Tað er eitt tilvitað val, at orðið skúlafrávera verður nýtt og ikki skúlaaftran, sigur hann.

– Eg hugsi, at skúlaftran peikar á barnið, sum stríðist, og kann geva ta fatan, at tað einans er barninum, tað er galið við. Men viðurskiftini rundan um barnið og umhvørvið, sum barnið ferðast í, eru altíð partur av skúlafráveruni, sigur hann.

Skúlafrávera hevur verið vaksandi seinastu árini og eitt afturvendandi evni á breddanum.

Í fakligu bókmentunum verður skúlafrávera skilmarkað og býtt upp í fýra partar: Skúlaaftran, skulk, skúlaforðan og útihýsing.

Í Føroyum og í londunum rundan um okkum hevur skúlaaftran verið tað mest vanliga og í stórum vøkstri. Við skúlaaftran er talan ofta um psyko-sosialar avbjóðingar hjá barninum. Pætur Zachariasson heldur tó, at tað er neyðugt at vísa størsta varsemi og ikki í bráðskundi at gera avgjørdar niðurstøður, tí orsøkirnar til skúlafráveruna kunnu vera ymiskar og stundum ógviliga samansettar.

– Spurningurin er, um tað er barnið, sum ikki megnar skúlan, ella um barnið hevur verið í einum umhvørvi, har tað ikki trívist og ikki er speglað og møtt og tí hevur ein atburð, sum stríðir ímóti. Vit mugu vera varin, so vit ikki stara okkum blind í patologiskum orsøkum og gera tað til samleika barnsins, sigur hann.

Pætur Zachariasson er farin gjølla til verka í sínum arbeiði. Hann hevur lisið hópin av fakligum greinum og bókmentum um evnið, hann hevur kannað fráverutøl frá Undirvísingarstýrinum, og so hevur hann gjørt samrøður og kvalitativar kanningar.

– Eg havi sett mær ein ógviliga opnan og breiðan spurdóm at kanna, og eg vil fegin hoyra børnini seta orð á sínar upplivingar og sjónarmið, sigur hann og leggur dent á, at barnsins sjónarmið er sera umráðandi.

Spurt verður eitt nú um luttøku hjá barninum í sambandi við læring í skúlanum. Eisini verður spurt um upplivingar av firring ella fremmandagerð hjá barninum. Tað er, um barnið luttekur og er partur av felagsskapinum ella uttan fyri felagsskapin í skúlanum og millum vinir í frítíðini.

Hetta kann hava avgerandi týdning og ávirka sjálvsmyndina og sjálvsfatanina hjá barninum, sigur Pætur Zachariasson.

Eisini verður tosað við foreldrini, skúlan, lærarar og fakfólk, sum hava royndir á økinum, og tað hevur stóran týdning.

– Tað er ógviliga umráðandi at kanna øll hugsandi viðurskifti úr so nógvum sjónarhornum sum gjørligt til tess at lýsa tey viðurskifti, sum gera seg galdandi, tá ið børn enda við skúlafráveru, sigur hann.

Enn er arbeiði við ritgerðini ikki liðugt og skal tí takast við ávísum fyrivarni. Talan er um ábendingar. 

Men ábendingarnar eru so mikið greiðar, at Pætur Zachariasson dittar sær at leggja fram nakrar eygleiðingar, sum í stóran mun byggja á samrøður við børn. 

– Sjáldan er nakar ovfarin av úrslitunum. Nærum øll, sum arbeiða innan skúlaverkið, munnu hava eina kenslu og fatan av, hvørjar avbjóðingarnar eru, sigur hann. 

Les alla greinina, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 4, 2026

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder