Undir heitinum, ‘Jesus og menniskju’, verður møtirøð í Salem á Tvøroyri og Vitninum í Hvalba í døgunum frá 25. oktobur til 1. novembur.
Í Salem á Tvøroyri verða møti sunnukvøldið klokkan 18, mánakvøldið klokkan 20 og týskvøldið klokkan 20.
Síðan verður hildið fram í Vitninum í Hvalba mikukvøldið 28., hóskvøldið 29. og fríggjakvøldið 30. oktober, øll kvøldini kl. 20, og sunnudagin 1. november klokkan 12.15 og 18.
Harafturat verða tríggir bíbliutímar leygarmorgunin 31. oktober. Byrjað verður klokkan 10. Gingið verður gjøgnum Jóhannesar evangelium á møtunum og bíbliutímunum.
Talarar verða Svenning av Lofti, Jógvan Páll Sevdal, Páll á Lakjuni og Poul Jóhan Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald