Tað var ikki koyrandi gjøgnum Sandoyartunnilin í umleið tríggjar tímar í nátt.
Orsøkin var, at eldur var í einum arbeiðsskúri, sum stendur á havnarøkinum á Gomlurætt. Fráboðanin um eldsbrunan kom um 2 tíðina í nátt, og sløkkiliðið var sent avstað at sløkkja eldin.
Nógvur roykur stóðst av eldinum, og av tí at lotið førdi roykin beint móti tunnilsmunnanum, var avgerð tikin um at steingja undirsjóvartunnilin, sum ikki varð latin uppaftur fyrr enn um fimm tíðina í morgun, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Orsøkin til eldsbrunan er enn ókend. Løgreglan kannar málið í dag, verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald