Innanlands

Bilur rendi av vegnum

Førarin misti tamarhaldið á bilinum á landsvegnum millum Sund og Sandvíkahjalla.

2026-10-22 09:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 5-tíðina seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum millum Sund og Sandvíkahjalla.

Ein bilførari misti onkursvegna tamarhaldið á bilinum, sum rendi niðan av vegnum. Ongin álvarsligur mansskaði var, men materiellur skaði. Ein persónur var kortini fluttur á landssjúkrahúsið til kanningar, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Ein annar bilførari fekk í gjár klipp í koyrikortið fyri at koyra við ov nógvari ferð. Ferðin varð máld til 110 kilometrar um tíman – tað var millum Fjarða.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder