Okkurt bendir á, at Smyril Line nú fær kapping í farma- og ferðafólka til og úr Seyðisfirði á eysturlandi Íslands.
Skotskir og íslendskir miðlar hava seinastu dagarnir skrivað um ætlanir um at seta á stovn eina rutu millum Aberdeen og Seyðisfjørð. Onki verður tó sagt um, hvat tað er fyri skipafelag, sum hevur ætlanir at seta rutuna á stovn.
Sum skilst er ætlanin enn á fyrireikingar- og kanningarstøði.
Dagmar Ýr Stefansdóttir, kommunustjóri á MulaÞing kommunu á eysturlandinum við høvuðssæti á Egilsstøðum, sigur við íslendska ríkisútvarpið, at hetta er eitt mál, sum hevur ligið leingi í stoypiskeiðini, tí tørvur hevur verið á hesi leið heilt síðan Norrøna gavst at sigla á Lerwick.
Bob Singuinetti, havnastjóri í Aberdeen er í miðlinum Aberdeen Live endurgivin fyri at siga, at stórur áhugi er í Aberdeen fyri at fáa sett á stovn eina siglingarleið til Seyðisfjarðar.
Shetland Times (krevur hald, -red.) skrivaði í gjár, at havnamyndugleikarnir í Lerwick, eisini vísa ætlanini stóran áhuga, serliga um tað fer at bera til at fáa skipið at leggja inn í Lerwick. Eisini úr Orknoyggjum hoyrist, at áhugi er fyri at fáa skipið at leggja inn har.
Dagmar Ýr Stefansdóttir sigur við RÚV, at samráðingar eru í gongd við privatar partar, sum hava áhuga í at byggja skip til verkætlanina, og hon nevnir eisini, at talan má vera um eitt skip, ið kann taka bæði farm og ferðafólk, um leiðin skal bera seg.
Men kommunustjórin leggur eisini afturat, at tað helst fara at ganga nøkur ár, innan ein slík leið kann gerast veruleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald