2026-10-22 10:50
Dagsins tingfundur byrjar nú klokkan 11, og tað byrjar við ófráboðaðum fyrispurnginum.
Tað merkir, at landsstýrisfólk, umframt løgmaður, eru í tinginum. Tey skulu svara fyri seg um ymiskt, ið løgtingsfólk vilja hava greiðu á. Boðað er ikki frá evnunum áðrenn.
Síðani verður 2. viðgerð av uppskotunum til løgtingslóg um broyting í lógini um dagstovnar og dagrøkt, har aðrar ansingarloysnir enn kommunalir ansingarstovnar skulu javnsetast.
Tvey mál vera eisini til 1. viðgerð - sí dagsskrá á logting.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald