Innanlands

Sprotin er framvegis ikki tøkur

Eitt hol í trygdarskipanini í gjár er atvoldin til hetta, og harvið er Sprotin sløktur og óvirkin.

Soleiðis sær út, um ein roynir at koma inn á Sprotan í løtuni (Skíggjamynd: sprotin.fo)

Soleiðis sær út, um ein roynir at koma inn á Sprotan í løtuni (Skíggjamynd: sprotin.fo)

2026-10-22 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin kom hol í trygdarskipanina hjá nógvum heimasíðnum kring heimin. Talan var um heimasíður, sum eru uppbygdar við sonevnda málinum "PHP".

Hetta hevur havt sína ávirkan - millum annað á onkrar føroyskar síður.

Ein av teimum nógv nýttu er Sprotin. Heimasíðin, sum so nógv ið skriva nýta til mállæru.

Tað er tó ikki møguligt í dag.

- Sprotin er sløktur fyribils av trygdarávum. Í løtuni slepst ikki inn á heimasíðuna hjá Sprotanum.

Hetta skrivar Sprotin á Facebook-síðu sínari.

Orsøkin er, at omanfyrinevnda hol í skipanini gjørdi sportin.fo ótryggan. Tað hevur verið álop á onkra trygdarskipan, sigur Jonhard Mikkelsen, stjóri.

Harvið noyðast nógv, ið regluliga brúka Sprotan, at leita aðrastaðni eftir vitanini. Millum annað í egnari vitsku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder