Innanlands

Stór vitlíkisráðstevna við Løkin mikudagin 28. oktober

Kappingarføri hjá vinnuni verður eisini tikið upp, tá alt frá leiðandi starvsfólki hjá Bakkafrost til A-landsliðsvenjara í fótbólti hava orðið.

- Eyðun Klakstein, venjari hjá A-Landsliðinum við monnum í fótbóli, greiðir frá hvussu landsliðið nýtir vitlíki til strategi arbeiðið, dystarplanlegging og greining - og eisini hvat verður frávalt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Eyðun Klakstein, venjari hjá A-Landsliðinum við monnum í fótbóli, greiðir frá hvussu landsliðið nýtir vitlíki til strategi arbeiðið, dystarplanlegging og greining - og eisini hvat verður frávalt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-23 11:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eysturoyar Vinnulívsfelag (EVF) skipar fyri stórum tiltaki seinnapartin mikudagin 28. oktober, har vitlíki og kappingarføri hjá vinnuni verður á breddanum.

Talan er um árligu ráðstevnuna hjá EVF, sum er almenn, og tí er tilmelding neyðug.

- Eitt av høvuðsendamálinum við EVF er at arbeiða fyri at stimbra kappingarføri hjá vinnuni í Eysturoynni. Í dagsins vinnuumhvørvi er tað lítil ivi um, at evnini hjá fyritøkum til at gagnnýta Vitlíki til øktan produktivitet vilja vera avgerandi fyr iat klára seg í kappingini í komandi tíðum. Menningin gongur við rúkandi ferð, og tað ber ikki til at lata vera við at taka støðu til eina vitlíkis strategi.

Á ráðstevnuni vera fimm framløgur á skránni:

- Kristian Eli Zachariassen KT-Leiðari á Bakkafrost: Frá vitlíki til ítøkiligt virði
- Høgni Dahl Jakobsen CFO á Bakkafrost: Kappingarføri og produktivitetur í einum nýggjum veruleika
- Ólavur Simonsen, frá Kodio (Greitt verður frá hvussu vitlíki verður brúkt í arbeiðnum)
- Leif Johannesen, frá Gro Aqua (Greitt verður frá hvussu vitlíki verður brúkt í arbeiðnum)
- Eyðun Klakstein, venjari hjá A-Landsliðinum í fótbóli, greiðir frá hvussu landsliðið hjá monnum nýtir vitlíki til strategi arbeiðið, dystarplanlegging og greining - og eisini hvat verður frávalt

Byrjað verður klokkan 13, og ráðstevnan hjá EVF endar klokkan 16.30 mikudagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder