Sambært Hvítu húsunum er tað Melania Trump, forsetafrúa, sum hevur fingið vápnahvíldaravtaluna upp á pláss.
“Melania Trump, fyrstafrú, hevur við góðum úrsliti tryggjað eina vápnahvíld millum Russland og Ukraina, sum er avmarkað til býin Olesjky”, skriva Hvítu húsini í tíðindaskrivi.
Sagt verður, at Russland og Ukraina eru samd um at støðga við øllum hernaðarligum atgerðum í býnum. Hetta fyri at gera tað møguligt at koma við neyðhjálp til økið og at sivilfólk trygt kunnu sleppa úr økinum.
“Støðan í Olesjky er álvarslig. Olesjky er býur á hermótinum, og vanlukkan er nær. Fólkini, sum eftir eru í Olesjky eru í stóran mun eldri íbúgvar, sum hava bráðfeingis tørv á læknahjálp, heilivági, mati og reinum vatni, sigur Melania Trump í tíðindaskrivinum.
Sambært Hvítu húsunum hevur fyrstafrúan verið í sambandi við bæði Russland og Ukraina fyri at fáa avtaluna upp á pláss.
Vápnahvíldin kemur í gilfi hósdagin 29. oktober, verður sagt úr Hvítu húsunum. Hvørki Russland ella Ukraina høvdu seinnapartin váttað tíðindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald