Dónal Lunny, ein av gitnastu fólkatónleikarunum í Írlandi, er deyður. Hann gjørdist 79 ára gamal.
Dónal Lunny spældi fleiri ljóðføri, og varð mettur at vera ein sera týðandi persónur innan írska fólkatónleikalívið, og átti sín stóra leiklut í, at hesin tónleikurin fekk eina endurreisn.
Hann kom fram í slóðbrótandi tónleikabólkinum Planxty í 1971, og hevur síðan spælt og framleitt í mongum samanhangum.
![]()
Her heima er Dónal Lunny serliga kendur fyri samstarvið hann hevði við Eivør Pálsdóttir í sambandi við útgávuna Mannabarn/Human Child í 2007. Tað var Dónal Lunny, sum framleiddi útgávuna Mannabarn, og hann spældi eisini fleiri ljóðføri á útgávuni, ið varð upptikin í gitna upptøkuhølinum í Dublin, Windmill Lane Studio, har tónleikara, sum U2, Kate Bush, AC/DC, David Bowie, Ed Sheeran, Cranberries, Sinéad O’Connor og The Cieftains eisini hava arbeitt.
Sjálvur spældi Dónal Lunny eitt nú akustiskan guitar, bouzouki (streingjaljóðføri), bodhrán (keltisk trumma) og autohørpu á útgávuni.
Dónal Lunny var eisini leiðari av orkestrinum, sum var á konssertferð saman við Eivør í sambandi við útgávuna. Tey spældu eina frálíka konsert á G! festivalinum hetta summarið.
Dónal Lunny varð føddur í Tullamore í 1947, flutti sum fimm ára gamal til Kildare tá hann var fimm ára gamal og fekk útbúgving sína í Newbridge.
Í 1965 fór hann til Dublin at lesa á National College of Art and Design, men tað vardi ikki leingi, so var tað tónleikaliga virksemið, sum tók yvir, og myndaði hansara yrkisleið restina av lívinum.
Dónal Lunny doyði av krabbameini fyrr í dag á St. James sjúkrahúsinum í Dublin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald