Mentanarvirðislønir landsins vórðu í kvøld handaðar í Messuni í Sørvági.
Mentanarvirðisløn landsins fekk leiklistakvinnan Gunnvá Zachariasen.
- Gunnvá Zachariasen hevur verið ein drívmegi í føroyskari palllist í meira enn 25 ár, segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.
Gunnvá Zachariasen tók prógv sum sjónleikari frá Statens Teaterskole í Keypmannahavn í 2000. Í 2006 var hon við til at stovna Leikfelagið Tvazz, har hon er listarligur leiðari. Dómsnevndin dregur serliga fram arbeiðið við Tvazz, sum millum annað hevur sett upp sjónleikir sum Køksdrotningarnar, Fundamentalisturin, 4.48 Psykosa og Deyðadansurin 3.0.
Heiðursgávu landsins fekk tónaskaldið Kári Bæk fyri framúrskarandi arbeiði tónleikinum og kórsanginum at frama. Hann hevur stjórnað kórum sum Tórshavnar kamarkór og Cantus Borealis og spælt obo í Symfoniorkestri Føroya.
- Kári Bæk hevur í meira enn hálva øld verið ein týðandi partur av føroyskum tónleikalívi, segði landsstýrismaðurin.
Virðislønin til ungt listafólk fór til tónaskaldið Eli Tausen á Lava. Verkið hjá honum, Let Me Cry, var tilnevnt til tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.
Sømdargávu landsins fekk myndlistakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir fyri sítt myndlistarliga virki. Gávan er 20.000 krónur um árið, so leingi hon livir. Sigrun Gunnarsdóttir lærdi á Det Kongelige Danske Kunstakademi frá 1973 til 1980, og í list síni lýsir hon millum annað menniskjalívið og náttúruna, lív og deyða.
Mentanarvirðisøn landsins er áljóðandi 150.000 krónur. Heiðursgáva landsins 75.000 krónur og virðislønin til ungt listafólk er 50.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald