Floghavnin í Kastrup hevur hert trygdareftirlitið, og tað hevur givið langa bíðitíð og stórar bíðirøðir í gjár og í dag. Hetta skrivar Danmarks Radio.
Flogvøllurin sigur, at ferðafólk skulu rokna við longri bíðitíð komandi vikurnar. Trygdareftirlitið er tí opið alt samdøgrið um vikuskiftið.
(Mynd: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix)
Herda trygdareftirlitið kemur eftir, at danska Trafikstyrelsen hevur havt eftirlit við flogvøllinum og álagt honum at herða trygdareftirlitið. Enn er ikki greitt hví.
Nógvir føroyingar ferðast umvegis floghavnina í Kastrup, og mælt verður til at møta upp tveir tímar undan fráferð.
(Mynd: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald